Um okkum
Høvuðsuppgávan hjá Sportmaster er at kunna bjóða fólki ta útgerð, sum tey hava brúk fyri, um tey skulu íðka einhvørja ítrótt. Men vit vita eisini, at tað eru nógv, sum dáma væl at ganga í ítróttarkendum klæðum og skóm í síni frítíð, so tað er eisini ein uppgáva, sum vit taka í størsta álvara.
Hjá Sportmaster finnur tú alt, sum tú hevur brúk fyri, um tú vilt spæla fótbólt, hondbólt, flogbólt, svimja, renna ella íðka aðra ítrótt. Vit hava skógvar, klæðir og aðra útgerð, umframt at vit eisini hava rennibond, kondisúkklur og aðra slíka útgerð á goymslu.
Sportmaster er innrættaður á tann hátt, at frítíðarklæðini eru sett upp fyri seg, og hin meiri ítróttarkenda útgerðin er fyri seg.
Sportmaster hevur verið partur av Skálki Samtakinum síðani oktober 2006. Ein Sportmaster handil er í SMS, og ein í Saltangará.
Um okkum
Samskifti
Sportmaster
Tinghúsvegur 39
100 Tórshavn
tel: +298 31 95 12
fax: +298 31 54 03
e-mail: teitur@skalkur.fo
Um okkum
Høvuðsuppgávan hjá Sportmaster er at kunna bjóða fólki ta útgerð, sum tey hava brúk fyri, um tey skulu íðka einhvørja ítrótt.
Les meira...
